Kvøldtænarar til Húsagarð

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir kvøldtænarum til okkara livandi hotel at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv við kvøldvaktum.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóða tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði. 


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

SETANARTREYTIR
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

UMSÓKN
Umsóknarfrestin er 24. september 2023. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Absalon L. Jacobsen, F&B leiðara, á tel. 239290 ella við at senda ein teldupost til al@hotelbrandan.fo 

UM HÚSAGARÐ
Húsagarður er matstovan á okkara 4-stjørnaða superior hotelli, Hotel Brandan. Ein matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum, fimm rættum ella stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider. 

Application form