Dámar tær væl at veita tænastu á altjóða støði og hevur tú áhuga fyri víni og mati?

So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðar- og vikuskiftisstørv. 

Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín dagligdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. 

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. 

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært gistingarhússáttmálanum. 

Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Tænari til Húsagarð”.

Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Ólavur í Búrstovu, matstovuleiðari og víntænari á tlf. 239245 ella teldupost ob@hotelbrandan.fo.  

Um Húsagarð

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fastar matskráir við trimum og fimm rættum og stakar rættir. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te.