Yvirtænari til Húsagarð

Trívist tú við ábyrgd, hevur tú áður starvast á matstovu og er tað umráðandi fyri teg at veita eina framúr tænastu? So er eitt starv sum yvirtænari á Húsagarði kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir einum yvirtænara at starvast fulla tíð á okkara vælumtóktu matstovu á Hotel Brandan. 

Uppgávur

Sum yvirtænari á Húsagarði ert tú við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina tænastu á høgum altjóða støði. Tú kemur at virka í tøttum samstarvi við matstovuleiðaran og fær ábyrgd av at taka ímóti nýggjum starvsfólki, geva íblástur, upplæring og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Tú hevur viðkomandi royndir innan tænastuvinnuna, ynskir ávirkan og tekur ábyrgd í tínum arbeiði. Harumframt ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/ur og trívist í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er eins. Ynskiligt er eisini, at tú hevur góðan kunnleika um vín og vertskap.

Vit bjóða

Eitt framsøkið og óhátíðarligt umhvørvi, har tú fær møguleika at seta tín dám á tænastuna. Tú verður partur av einum ágrýtnum toymi, har vit virða tað góða samanhaldið. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Vit gleða okkum at taka móti tíni umsókn v.m. umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 4. juli 2022.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B leiðara, Anniku Lisberg, á tlf. 239246 ella á teldupost al@hotelbrandan.fo.

Vit viðgera umsóknir leypandi og í trúnaði.

Application form