Vínsmakkingar í Gilinum

Upplivið vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan. Gilið, sum vínkjallarin eitur, rúmar upp móti 3000 fløskum, og hevur eitt breitt úrval av vistfrøðiligum, øðrvísi og sjálvandi eisini klassiskum vínsløgum.
Vit samanseta fegin vínsmakkingar eftir ynski og eisini áhugaverdar temasmakkingar, sum til dømis bourgognesmakking, vín úr Italia, náttúruvínsmakking.

Fýra sløg av víni

Yvirtænarin sigur frá 4 sløgum av víni. 

✔ 4 sløg av víni
✔ Nøtur afturvið
✔ 5-10 fólk

kr. 450 fyri hvønn 

Tilkeyp:
Osta- og pylsubretti 89,- fyri hvønn

Vínsmakking tekur umleið hálvanannan tíma.

Bílegg pláss við at ringja til 309200 ella skriva til husagardur@husagardur.fo.

Fýra sløg av víni

Bourgognesmakking

Í Bourgogne - mýtiska økinum har eysturi í Fraklandi verða nøkur av heimsins best umtøktu vínum framleidd. Kom til "Bourgogne" vínsmakking undir leiðslu av vínkønum tænarum úr matstovu okkara, Húsagarður.

✔ Vælkomudrykkur
✔ Fimm sløg av víni úr Bourgogne
✔ Charcutterie, pylsur og breyð

kr. 850 fyri hvønn 

Tilkeyp:
3 rættir frá Húsagarði: 475,- fyri hvønn afturat
5 rættir frá Húsagarði: 625,- fyri hvønn afturat

Vínsmakking tekur umleið hálvanannan tíma.

Bílegg pláss við at ringja til 309200 ella skriva til husagardur@husagardur.fo.

Bourgognesmakking

Vín úr Italia

Landið við Miðjarahavið er sermerkt við stórum fjølbroytni innan vínframleiðslu – frá køldu landslutunum við Alpurnar í norði til vulkansku og bakandi heitu oynni Sisiliu í suðri. Vit taka tykkum ígjøgnum hesa ørgrynnu av vælsmakki úr stylvalandinum.

✔ Vælkomudrykkur
✔ Fimm sløg av víni úr Italia
✔ Charcutterie, pylsur og breyð

kr. 700 fyri hvønn

Tilkeyp:
3 rættir frá Húsagarði: 475,- fyri hvønn afturat
5 rættir frá Húsagarði: 625,- fyri hvønn afturat

Bílegg pláss við at ringja til 309200 ella skriva til husagardur@husagardur.fo.

Vín úr Italia

Náttúruvín

Seinasta áratíggju hevur eitt rák tikið seg fram. Um alt Evropa venda vínbóndir aftur til eldri arbeiðshættir og vínstílar. Hetta rákið verður undir einum kallað náttúruvín. Vínini hava ofta sermerktan og øðrvísi smakk, men rigga eisini í øðrvísi og krevjandi samansetingum við mati – til dømis tí føroyska.

✔ Vælkomudrykkur
✔ Fimm sløg av víni úr Italia
✔ Charcutterie, pylsur og breyð

kr. 750 kr. fyri hvønn

Tilkeyp:
3 rættir frá Húsagarði: 475,- fyri hvønn afturat
5 rættir frá Húsagarði: 625,- fyri hvønn afturat

Bílegg pláss við at ringja til 309200 ella skriva til husagardur@husagardur.fo.

Náttúruvín