Vínsmakkingar í Gilinum

Upplivið vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan. Gilið, sum vínkjallarin eitur, rúmar upp móti 3000 fløskum, og hevur eitt breitt úrval av vistfrøðiligum, øðrvísi og sjálvandi eisini klassiskum vínsløgum.
Vit samanseta fegin vínsmakkingar eftir ynski og eisini áhugaverdar temasmakkingar, sum til dømis bourgognesmakking, vín úr Italia, náttúruvínsmakking.

4 sløg av víni

Standard 450,- fyri hvønn
4 sløg av víni

Tilkeyp:
Osta- og pylsubretti 175,- fyri hvønn

Min. 5-10 fólk. Bílegg pláss við at ringja til 309209 ella skriva til booking@hotelbrandan.fo.

.