Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum, fimm rættum ella stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

Matskrá

3 rættir 550,-

Havtasku-ceviche 
Neyta-tvørriv við grillglasering
Ølkaka og ísur av brúnkaðum smørið

Við vínskrá 875,-


5 rættir 750,-

Oksaterrina við amarena-chutney og ristaðum breyði
Havtasku-ceviche 
Reyðrótatatar
Neyta-tvørriv við grillglasering
Ølkaka og ísur av brúnkaðum smørið

Við vínskrá 1.275,-

Bílegg borð
Matskrá.

Forrættir

Havtasku-ceviche 160,-

Oksatartar 160,-

Reyðrótatatar (vegetarrættur) 140,-
 

Bílegg borð
Forrættir.

Høvuðsrættir

Lambskollotta við ræstari sós 325,-

Neyta-tvørriv við grillglasering 325,-

Sopparisotto (vegetarrættur) 325,-

Toskur við kræklinga sós 325,-
 

Bílegg borð
Høvuðsrættir.

Omaná

Myrk sjokuláta við kaffiganache 135,-

Ølkaka og ísur við brúnkaðum smøri 135,-

Fermenterður stikkulsber og hvítari sjokulátu 135,-
 

Bílegg borð
Omaná.

Vínkort

Kanna tær listan av vínum úr kjallara okkara, Gilið, sum hýsir upp móti 2.500 fløskum. Flestu framleiðarar á listanum arbeiða burðardygt um enn ikki øll eru løggildaði vistfrøðilig. Vit útvega vín úr øllum heimshornum uttan trongskygni ella dogmu eins leingi og drykkurin í glasinum fortelur eina serstaka søgu.

Sí vínkort
Vínkort.

Vínsmakkingar

Uppliva vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan.

Les meira
Vínsmakkingar.

Søgan um Húsagarð

Húsagarður er navnið á økinum, sum Hotel Brandan er bygt á. Navnið og søgan um Húsagarð fer heilt aftur til 1200-talið, men kom fyrstu ferð á skrift í ár 1584. Húsagarður var millum tey fyrstu húsini, ið vóru bygd á Húsabrúgv í Tórshavn, ið lá við síðuna av Dómkirkjuni. Fyrst í 1930’inum var Húsagarður flutt til ”Meksiko”, har Hotel Brandan liggur í dag. Tá ið Húsagarður var flutt, lá bóndagarðurin so langt frá Tórshavn, at eyknevnið bleiv ”Meksiko”.

Les meira
Søgan um Húsagarð.

Upp- & afturlatingartíðir

Mánadag til hósdag
kl. 18.00 – 21.00

Fríggjadag & leygardag
kl. 17.30 – 21.30

Sunnudag
Stongt