Vínsmakkingar í Gilinum
Upplivið vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan. Gilið, sum vínkjallarin eitur, rúmar upp móti 3000 fløskum, og hevur eitt breitt úrval av vistfrøðiligum, øðrvísi og sjálvandi eisini klassiskum vínsløgum.
Vit samanseta fegin vínsmakkingar eftir ynski og eisini áhugaverdar temasmakkingar, sum til dømis bourgognesmakking, vín úr Italia, náttúruvínsmakking.