Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fastar matskráir við trimum og fimm rættum og stakar rættir. Í køkinum hjá Rannvá og Janusi, verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum við Mike Uhre og Ólavi í Búrstovu á odda. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.