Matstovan eitur Húsagarður eftir søguligu bóndahúsunum, sum eitt skifti vóru í økinum, har Hotel Brandan er nú.
Húsagarður er millum elstu garðar í Havn og eigur serligt pláss í býarsøguni. Garðurin kann førast aftur til landnámstíðina, og staðsetingin var á Húsabrúgv omanfyri gamla býarpartin í Havn, eystanfyri Havnar kirkju, har sum parkeringsplássið hjá Hotel Hafnia er í dag. Hildið verður, at elsti parturin av garðinum varð smíðaður í 1500-talinum.
Í 1930-unum var vorðið trongligt í gomlu Havnini. Býurin var vaksin so mikið, at hann hevði trokað seg inn á lendið hjá garðinum, sum við fjósi og køsti kom at liggja miðskeiðis í býnum.
Tí var eldri parturin av bóndahúsunum, Eystari Húsagarður, fluttur niðan í Húsahaga, nærhendis Gundadali. Hetta var tá eitt so mikið fjarskotið øki, at á mannamunni varð tað kallað uppi í Meksiko, júst sum onnur staðarnøvn t.d. fingu eyknevnini Kinabrekkan og úti í Grønlandi.
Tað varð kortini skjótt, at býarmenningin í Havn spelaði avstað og eisini fekk Húsagarð aftur. Við tíðini vórðu húsini umvæld og einans brúkt sum sethús.
Nú er Húsagarður opin aftur í øðrvísi hami við góðum og spennandi norðurlendskum og altjóða mati úr feskum rávørum.